Her er vegurin hjá KÍ til bólkaspælið

Lutkast: Nú er greitt hvussu vegurin til bólkaspælið sær út hjá KÍ

KÍ er í løtuni í 3. umfari í Europa Conference League, har teir møta meistarunum úr Kosovo, Ballkani. Hetta er eitt lið, sum Mikkjal K. Thomassen, venjari hjá KÍ, metir er væl sterkari enn FK Sutjeska, sum KÍ vann 1-0 á samanlagt í 2. umfari.

 

Í dag hevur lutakast verið til “Play-off” dystin, ið er seinasta umfar fyri bólkaspælið. Megnar KÍ at vinna seg víðari úr 3. umfari, so skal KÍ møta taparanum av uppgerðini millum Shamrock Rovers úr Írlandi, ella Shkupi úr Norður Makedonia.

 

“Play-off” dystirnir verða 18. og 25. august. KÍ spælir hóskvøldið fyrra dystin móti Balkani, sum verður í Pristina í Kosovo. Vikuna eftir verður returdystur á Tórsvølli.