Heiðurin sum ársins spælari er sjálvandi tann størsti heiðurin sum einstaklingur innan føroyskan fótbólt.
Tað eru liðskiparar, venjarar, landsliðsvenjarar og umboð fyri fjølmiðlarnar, sum greiða atkvøðu, og kunnu hesi velja trý nøvn hvør. Tann fremsti á listanum fær 5 stig, nummar tvey fær 3 stig og nummar trý fær 1 stig.
Allar atkvøðurnar eru nú greiddar, og nú talt er saman, kunnu vit staðfesta, hvørji tey eru, sum liggja fremst í atkvøðugreiðsluni.
Hjá monnum hava føroyameistararnir úr B36 tveir mans við á listanum. Teir eru Lukasz Cieslewicz og Adeshina Lawal. Saman við teimum báðum er Hallur Hansson úr Víkingi við í kapprenningini um at gerast ársins spælari í 2014.
Hjá kvinnum hava tey trý oddaliðini hvør sítt umboð eftir. Úr meistarunum í KÍ er Rannvá B. Andreasen. Fríðrún Danielsen umboðar samansetta liðið hjá EB/Streymi og Skála, meðan Heidi Sevdal er á listanum fyri HB.
Heidi Sevdal hevur soleiðis møguleikan at endurvinna heiðurin, sum hon fekk í fjør, tá hon varð kosin ársins spælari. Tá varð Fróði Benjaminsen úr HB kosin ársins spælari hjá monnum, men tað steypið skal so undir øllum umstøðum hava nýggjan eigara.
Vit skulu gera vart við, at raðfylgjan omanfyri einki sigur um, hvør teirra hevur vunnið heiðurin. Tann parturin verður avdúkaður á tiltakinum hjá FSF og Miðlahúsinum. Tiltakið verður á No 12, sum er juicebarrin við suðurendan av Tórsvølli. Byrjað verður klokkan 17.30, og fer Rás2 at senda beinleiðis.