Her kanst tú síggja hvørji valevni røkja tíni áhugamál

Hetta er gott at vita, áðrenn krossurin verður settur hósdagin

Eitt av stóru umrøðuevnunum upp undir løgtingsvalið hósdagin, er umhvørvisvernd. Skulu vit minka CO2 útlátið? Skulu vit gevast at leita eftir olju? Skulu vit hava eina beinleiðis veðurlagslóg, sum bindur okkum at hugsa um umhvørvið?

 

Hetta eru nakrir av spurningurin, sum hava tikið seg upp í valstríðnum. Nú hava tveir felagsskapir, Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag og Veðurlagslóg Nú, spurt øll, ið stilla upp til løgtingsvalið, 16 spurningar um umhvørvið, veðurlagsátøk og náttúruvernd.

 

Og nú kanst tú trýsta HER og síggja, hvøri valevni eru mest samd við tína hugsan um hesi viðurskifti.

Ein kanning, hesir báðir felagsskapirnir hava gjørt, vísir annars, at heili 76 prosent av veljarunum halda, at hesi næstu árini skulu vit minka munandi um okkara útlát av CO2

 

Tað kanst tú lesa meiri um her: Tað vilja 76 prosent av føroyingum hava politikarar at gera