Her liggur loftsteinurin sum datt niður í Noregi

Eftir at hava fingið eina mynd av einum "roykspori", heldur Norsk Meteornettverk, at loftsteinurin, sum herfyri datt niður í Noregi, liggur sunnan fyri eitt náttúruøki í Finnmørkini.

 

Tað er her í avmerkta økinum, at Norsk Meteornettverk metir, at loftsteinurin kann liggja.

 

 

Tað var náttina til hin 25 juli, at eitt bjart jós lýsti náttarhimmalin upp í einum parti av Noregi, og ljósglæman sást eisini í onkrum pørtum av Svøríki. Fólk víða um landið sóu ljósið og hoyrdu larmin, men higartil hevur ikki eydnast at finna loftsteinin ella leivdir av steininum.

 

Útrokningar hjá Norsk Meteornettverk vísa, at steinurin hevur verið yvir økinum, sum norðmenn rópa Harestua og Tyrifjørðinum, áðrenn hann datt niður í Finnmørkini - í einum friðaðum skógarøki norðan fyri býin, Drammen.

 

Sambært norskum miðlum, hevur Norsk Meteornettverk fingið myndir av einum "roykspori", sum tey rópa tað.

 

- Vit brúka stjørnurnar í baksýni og eru komin eftir, at steinurin kann liggja í einum øki, sum er 3,5 kilometrar langt og einar 700 til 800 metrar breitt. Sjálvandi kann steinurin liggja uttan fyri økið, men vit halda, at nevnda økið er tað besta at leita í.

 

##med2##

 

Stovnurin heldur, at tey við 60-70 prosent vissu kunnu siga, at loftsteinurin liggur í hesum øki, men tey ásanna eisini, at tey kunnu mistaka seg, tó at tað eru sera nærløgd fólk, sum hava gjørt útrokningarnar.

 

Nú verður eggjað øllum, sum ferðast um hesar leiðir, til at leita eftir loftsteinum.

 

- Fólk skulu hyggja eftir svørtum og avrundaðum steinum. Finna tey steinin ella steinar, sum kunnu vera loftsteinar, eiga tey at taka myndir og merkja staðið ítøkiliga, siga tey hjá Norsk Meteornettverk.

 

 

 

Tað er her í avmerkta økinum, at Norsk Meteornettverk metir, at loftsteinurin kann liggja.

Ymiskir loftsteinar, sum áður eru funnir í Noregi.