Her sæst Føroyar-Skotland

Flogbóltur: Føroyar spæla í dag annan dystin í EM-undankappingini fyri U20-landslið.

Føroyska U20-landsliðið hjá monnum í flogbólti spælir í dag annan dystin í EM-undankappingini fyri smátjóðir, sum Føroyar í hesum døgum eru vertir fyri í stórhøllini á Hálsi.


Í gjár vunnu Føroyar 3-1 ímóti Íslandi, og í dag kl.17.00 er mótstøðuliðið so Skotland, sum í sínum dysti í gjár tapti 3-1 ímóti fjórða liðnum í bólkinum, Luksemburg.


Dysturin ímóti Skotlandi verður stroymdur beinleiðis. Sjónbandið sæst omanfyri.


Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum, og tann útvarpingin er samstundis knýtt at sjónbandinum omanfyri. Óli G. Samuelsen sigur frá, og afturat sær hevur hann Hans Fróða Jensen sum viðmerkjara.