Her skal næstan alt vera loyvt. Tað segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, tá ið nýggja spælistaðið í Havn, Reinsaríið í Tórsgøtu, varð tikið í nýtslu í dag. - Miðbýurin í Havn hevur brúk fyri einum livandi spælistaði og tónleikararnir hava havt brúk fyri einum livandi spælistað í miðbýnum, segði hann á samkomuni í Reinsaríðnum seinnapartin.
Borgarstjórin sigur, at nú er gamli deymurin um Tórsgøtu sum mentanargøtu vorðin veruleiki, við Tjóðpallinum, Margarinfabrikkini, Perluni, Posthúskjallaranum, Reinsaríðnum, Miðlahúsinum, umframt hotelli, matstovum og skeinkistøðum. Og hann vónar, at tónleikarar av øllum sløgum, ungir og royndir, taka húsið til sín, tí her verður at kalla alt loyvt, og her kunnu øll tónleikalig mørk flytast.
Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar býráði, sigur, at fara tónleikarar at skapa heimsins besta spælistað, mitt í hjartanum í Havn. Hon sigur, at hetta er enn eitt klípi í mentanarvarðanum í Havn í mest fantastisku karmum um eitt spælistað.
Síggj fleiri myndir frá samkomuni í dag, við at trýsta HER
Niels Arge Galán, tónleikari í bólkinum, 200, sigur, at Havnin hevur manglað eitt spælistað, har tað tað er tónleikurin, sum hevur høvuðsleiklutin. - Vit sum spæla tónleik taka hetta sum eina viðurkenning av, at tað, vit gera, er nakað vert at geva góðar karmar. Tað er Bogi Andreasen, sum er dagligur leiðari í Reinsaríðnum.
|