Her vil býráðið byggja nýtt røktarheim í Havn

Nú skal nýtt røktarheim í Havn staðsetast

Tórshavnar kommuna ætlar at byggja nýtt røktarheim við atknýttum røktaríbúðum í Marknagili.


Í oktober 2017 samtykti býráðið hjá Tórshavnar kommunu at seta bygginevnd at útvega byggiskrá til bygging av nýggjum røktarheimi og atknýttum røktaríbúðum. Eitt ár seinni var komið hartil, at ætlan var at byggja eitt røktarheim uppá 6.600 fermetrar við 64 búplássum og 16 røktaríbúðum. Og nú skal røktarheimið staðsetast. 

 

Umsitingin hjá kommununi hevur víst til eitt øki úti í Marknagili til staðseting. 

 

- Marknagil ein býarpartsdepil, har býarvøkstur verður skipaður við at miðsavna ymiskt virksemi á einum stað. Í býarpartsdeplinum skal fram um alt vera virksemi sum handlar við gerandisvørum, stovnar, skúlar, útbúgving, býlingshús og mentanarligt virksemi, sigur Tórshavnar kommuna. 

 

Økið, sum umsitingin vísir á, er partur av ávegis heildarætlanini fyri økið við og omanfyri býlingin undir Fjalli. Skipanaruppskotið í heildarætlanini fevnir um infrakervi, bústaðarbygging og almennar stovnar, og er økið millum Dánjalstrøð og íbúðarbyggingina MARK lagt út til stovnsbygging. 

 

- Eitt ellisheim hóskar væl inn í býarskipanina í økinum, og hóast økið liggur upp at einum høvuðsvegi, so verður bygt burtur frá ferðsluni í sera náttúruvøkrum umhvørvi, har byggingin somuleiðis tekur atlit til verandi lendið, sigur kommunan, sum mælir býráðnum til at góðkenna staðsetingina.

 

Málið er samtykt í bæði byggi- og býarskipanarnevndini og fíggjarnevndini, og kemur fyri býráðið nú hóskvøldið.