B36 vann í dag 4-1 á Toftum móti B68. Róaldur Jakobsen umsetti í fyrsta minutti brotsspark til mál. B36 var leikliga omaná, men Otto Reinert Petersen javnaði til 1-1 við stútara, eftir at ein annar av ungu toftamonnunum, Jóhannes Hansen, hevði lagt innfyri.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samandráttin
Lítla løtu undan hvíldini legði Lukasz Cieslewicz B36 framum aftur, og síðsta hálva tíman skoraði B36 tvær ferðir. Málskjúttar vóru Róaldur Jakobsen við fínum langskoti og so Sebastian Pingel, eftir at Lukasz Cieslewicz ósjálvsøkið hevði spælt hann leysan.
Les eisini:Samanumtøka av 3. umfari
B68-B36 1-4 (1-2)
0-1: Róaldur Jakobsen br
1-1: Otto Reinert Petersen
1-2. Lukasz Cieslewicz
1-3: Róaldur Jakobsen
1-4: Sebastian Pingel