Herdis er Ársins sjúkrarøktarfrøðingur 2023

– Herdis hevur víst eitt ótrúligt hegni til at leiða, og við sínum jaliga lyndi hevur hon megnað at styrkt starvsfólkahópin og betrað um huglagið, stendur í grundgevingini

(Kelda: Landssjúkrahúsið á Facebook)

Á aðalfundinum hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktafrøðingar herfyri varð Herdis Ludvig kosin ársins sjúkrarøktarfrøðingur. Í gerandisdegnum starvast Herdis sum funktiónsleiðari á B&U Somatik á Landssjúkrahúsinum.

 

Í grundgevingini skrivar felagið:

 

"Herdis hevur víst eitt ótrúligt hegni til at leiða, og við sínum jaliga lyndi hevur hon megnað at styrkt starvsfólkahópin og betrað um huglagið. Hon hevur serliga gott heildarinnlit, er upp á forkant, tekur ábyrgd og dugir at siga tað, sum sigast skal.

 

Herdis styðjar okkum væl og tryggjar sær altíð, at byrðan á deildini er til at bera. Við hesum stendur hon á odda sum inspirator fyri okkum sjúkrarøktarfrøðingar.

 

Herdis er semjusøkjandi sum fáur og hevur megnað at varðveita góða huglagið á deildini.

 

Ígjøgnum fleiri ár hevur Herdis javnan verið uttanlands fyri at víðka sín fakliga sjónarring. Hon megnar at miðla ta vitan, hon fær haðani, út til allar sjúkrarøktarfrøðingarnar á deildini og við hesum at menna røktina".

 

(Kelda: Landssjúkrahúsið á Facebook)