Liðið hjá Jákupi Mikkelsen var í vikskiftinum í Slovakia og spældi í Intertoto Cup móti Zilini. Úrslitið var tað sama, sum tað var næstsíðsta leygardag í Herfølge. Slovakiska liðið vann 2-0 og fer tískil víðari í kappingini við samantalda úrslitinum 4-0.
Liðið hjá Toda Jónsson, FCK, skal í vikuskiftinum spæla fyrsta dystin í Intertoto Cup. Mótstøðuliðið verður Polonia úr Warzawa í Póllandi.