brøndby at vinna torføra útidystin í Silkeborg. Úrslitið var 2-1, eftir at Brøndby hevði verið frammanfyri 1-0 í hálvleikinum og hevði økt um leiðsluna, áðrenn heimaliðið sjey minuttir undan dystarloki skoraði uppá brotsspark.
Úrslitið hevur við sær, at meistaraliðið hesi trý seinastu árini framvegis er størsta hóttanin móti oddaliðnum AB. Akademikararnir hava 40 stig, og Brøndby hevur 35, meðan AaB á triðja plássi hevur 32 og FCK hevur 30 stig.
Longri niðri á stigatalvuni er tað tætt. Silkeborg kappast í løtuni við Herfølge um sjeynda plássið, og um liðið hjá Sepp Piontek hevði fingið stig mánakvøldið, so høvdu teir farið framum Jákup Mikkelsen og hansara menn. Men Silkeborg fekk einki stig, og tað vil siga, at Herfølge varðveitir 7. plássi. Bæði liðini hava 27 stig, men málmunurin hjá Herfølge er betri, ikki minst tí teir síðsta heyst høvdu tættastu verjuna í superliguni.
Einki spæl,
men nógv tos
Komandi vikuskiftið verður ikki spælt í superliguni. Teir binda frið, tí Danmark leygardagin skal spæla EM undankappingardyst móti Italia. Dysturin verður í Parkini, og hann er av alstórum týdningi. Um Danmark ikki vinnur, so verður mett, at møguleikin hjá teimum at røkka endaspælinum í Belgia og Hollandi á sumri í ár 2000 er fokin.
Tað verður spælt aftur í superliguni skírisdag.
Men hóast tað ikki verður spælt, so verður nógv tosað og skrivað um superliguna, og sum ikki eina ferð so er FCK eitt av feløgunum, sum er í brennideplinum.
Pressumaðurin hjá FCK eitur Flemming Toft ? hann hevur áður verið fótbóltsfrásøgumaður í TV2. Og hann visti í gjár at siga, at nú fer Brian Laudrup aftur at tosa við pressuna.
Heimsstjørnan vandi ikki saman við Toda og teimum fyrrapartin av vikuni. Hann var í Glasgow, har hann varð heiðraður fyri at vera besti spælarin nakrantíð hjá Rangers.
Laudrup skuldi koma aftur til Keypmannahavnar í gjár, og Flemming Toft visti at siga donsku pressuni, at hann hevði avtalað ein fund við kenda mannin, og at úrslitið av fundinum fór at vera, at Brian Laudrup aftur fór at svara spurningum frá tíðindamonnunum, ið hava verið um hann sum flugur, síðani hann kom til FCK, og sum ikki altíð hava skrivað og tosað tað, sum Brian Laudrup hevur hildið verið rætt. Tí var tað, at hann í síðstu viku gav sær sjálvum munnkurv.
Skírisdag skal FCK út í Lyngby. Men Todi Jónsson fer ikki at spæla móti nógvum av teimum, sum vóru á liðnum í Lyngby, áðrenn hann skifti til FCK. So at siga alt liðið er skift út, og nógvir av spælarunum eru nú á liðnum hjá ? FCK!