Herfríð vann bilin

Herfríð Sørensen úr Hoyvík var hepni vinnarin av Toyota Avensis bilinum fyri 180.000 krónur, ið var eyðkavinningur í V4 seinasta leygarkvøld

Spildurnýggi Toyota Avensis bilurin frá Reni Service er størsti eyðkavinningurin, Útvarp Føroya nakrantíð hevur burturlutað. Tann, ið gjørdist hepni vinnarin av hesum eyðkavinningi í V4 drátti nummar 1299 var Herfríð Sørensen úr Hoyvík.

Í kvøld verður V4 dráttur nummar 1300 drigin, og í hesum sambandi letur útvarpið ein eyðkavinning á 50.000 krónur. Men dráttur 1300 er ikki einasti rundi V4 drátturin hjá Útvarpi Føroya í ár. Tí í november verða 30 ár síðani fyrsta regluliga V4 dráttin, og væntandi verður aftur onkur stórur eyðkavinningur hendan dráttin.

Vinningarnir í V4 eru annars størri nú enn nakrantíð áður.