Myndugleikarnir, sum kanna tokvanlukkuna norðan fyri London seinasta fríggjadag, søgdu í einari fyribilsfrágreiðing í gjár, at vanlukkan møguliga stóðst av herverki.
Í frágreiðingini stóð, at skrúvurnar í einum sporskifti vóru tiknar úr, soleiðis at sporskiftið lá leyst, tá tokið við 150 kilometra ferð kom norður eftir jarnbreytini við Potters Bar 19 kilometrar norðan fyri London.
Myndugleikarnir funnu skrúvurnar stutt frá sjálvum sporskiftinum. Í frágreiðingini stóð, at trýstið á tað leysa sporskiftið gjørdist ov stórt, soleiðis at skiftið fór av lagi við tí úrsliti, at tann aftasti tokvognurin fór á skeiva breyt.
Vanlukkan kravdi sjey mannalív, og umleið 70 fólk fingu skaða. Sambært myndugleikunum hava fleiri teirra fingið varandi mein.
Fyribils eru myndug-leikarnir komnir til ta niðurstøðu, at annaðhvørt var talan um herverk, ella hava eftirlitsmenn hjá jarnbreytarfelagnum gloymt at skrúva sporskiftið fast. Sagt verður, at menn hjá jarnbreytarfelagnum Railtrack arbeiddu upp á breytina við Potters Bar fyri hálvari aðru viku síðani. Menninir arbeiða ikki hjá Railtrack, men hjá einum felagi, sum var biðið um at kanna jarnbreytina.
Railtrack kom undir alment eftirlit fyri einum ári síðani eftir fleiri mistøk og brek, og Stephen Byers, samferðslumálaráðharri er undir stórum trýsti eftir vanlukkuna fríggjadagin. Samstundis vísa kanningar, at nógvir bretar kenna seg ótryggar, tá teir ferðast í toki, hóast bæði jarnbreytafeløg og politikarar hava roynt at sannføra fólk um, at tokferðslan er trygg.
Eygleiðarar í London siga, at tilburðurin við Potters Bar ger tað trupult at sannføra fólk um, at tey trygt kunnu ferðast á bretska jarnbreytarkervinum.