Hervør aftur á landsliðnum

Málrevurin úr Klaksvík er tøk aftur eftir skaðasteðg, og er komin inn í landsliðshópin

Hervør Olsen spældi sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum í Baltic Cup í juni mánaða. Stutt eftir tað varð áleyparin rakt av skaða, men nú er hon aftur vorðin dystarklár, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Landsliðsvenjarin hevur tí sent boð eftir Hervør undan dystinum móti Ungarn týskvøldið. Hon er í dag komin inn í landsliðshópin saman við Eyðvør Klakstein og Valborg Østerø, sum eisini eru úttiknar til dystin móti Ungarn. Føroyar spældu fyrr í vikuni móti Ukraina á útivølli og taptu 4-0. Ungarn er saman við Føroyum aftast í bólkinum við ongum stigi, men hóast úrslitini hjá Ungarn hava verið nakað betri, so hevur føroyska liðið megnað at skora. Tað hevur Ungarn ikki.

 

Dysturin hjá kvinnunum móti Ungarn er seinasti heimadysturin í hesum landsliðsárinum. Dysturin verður á Tórsvølli týskvøldið kl.18.00.