Hesar byrja ímóti Montenegro

Tvær broytingar eru í liðuppstillingini í mun til sigurin á Luksemborg

Pætur Clementsen, landsliðsvenjari, hevur sett liðið, sum seinnapartin byrjar á vøllinum ímóti Montenegro. Tvær broytingar eru í byrjunaruppstillingini, í mun til dystin ímóti Luksemborg hósdagin. Báðar broytingarnar eru í verjuni, har Birita B. Nielsen og Sigrun K. Kristiansen kom inn fyri Mariu K. Thomsen, Súsannu Mariu Hansen.

 

Anna S. Hansen verður í mál, og í føroysku verjuni verða Birna T. Johannesen, Lív F. Arge, Birita B. Nielsen og Sigrun K. Kristiansen.  Á miðvøllinum verða Eyðvør Klakstein, Olga Kristina Hansen, Ansy Sevdal og Ásla Johannesen. Og í føroyska álopinum verða Heidi Sevdal og Rannvá B. Andreasen.

 

Á bonkinum sita Monika Biskopstø, Maria K. Thomsen, Súsanna Maria Hansen, Jónvá Hentze, Milja R. Simonsen, Elisabet Vang, Kristina Akursmørk, Sarita Maria Mittfoss og Bjørg Djurhuus.

 

Landsdysturin millum Montenegro og Føroyar verður bríkslaður í gongd á Tórsvølli klokkan 15:00. FSF skipar fyri andlitsmáling, og tað er ókeypis atgongd til dystin. Rás2 sigur eisini beinleiðis frá dystinum.