Hesi 24 londini skulu kappast í EM-endaspælinum í manshondbólti

Ukraina sleppur við til EM-endaspælið úr okkara bólki sum ein av teimum betri trýarunum

EM-undankappingin í manshondbólti er avgreidd á hesum sinni, og tað er greitt hvørji 24 lond skulu kappast í EM-endaspælinum sum verður avgreitt í Ungarn og í Slovakia í januar komandi ár.

Ukraina sleppur sum góður trýari saman við Kekkia og Russlandi til EM-endaspælið. Ukraina fekk fimm stig, fýra av teimum móti Føroyum. Høvdu Føroyar vunnið á Ukraina á heimavølli høvdu vit verið nummar trý í bólkinum við fýra stigum og Ukraina aftast við trimum stigum. Soleiðis er so mangt.

Tey 24 londini sum skulu kappast í EM-endaspælinum eru hesi:

Ungarn (vertur)
Slovakia (vertur)
Serbia
Frakland
Týskland
Eysturríki
Bosnia
Russland
Kekkia
Ukraina

Portugal
Ísland
Litava
Slovenia
Niðurlond
Póland
Noreg
Hvítarussland
Danmark
Norðurmakedonia
Svøríki
Montenegro