Hesi fólkini sleppa ikki í summarferiu

Og nú vil løgtingsmaður hava at vita, hví tað er so

Foreldur ið hava eitt barn við varandi sjúku, kunnu ikki fara í feriu við løn, til dømis í juli, tí tey hava ikki rætt til frítíð við løn.

 

Tað sigur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin. Og nú vil hann hava Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almannamálum, at greiða frá hví so er.

 

Tískil spyr hann landsstýriskvinnuna, hví tey, sum ansa einum barni við breki, ella við varandi sjúku, ikki eisini fáa endurgjald fyri frítíðarløn.

 

Helgi Abrahamsen sigur, at tað er ein kunngerð um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið ber brek ella hevur varandi sjúku - og í samband við ansing av einum, sum liggur til tað síðsta, ella fólki við heilaskaða.

 

Og har stendur, at endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku verður ikki veitt fyri frítíðarløn. Tað merkir, at foreldur, ið, til dømis, hava eitt barn við varandi sjúku, kunnu ikki fara í feriu við løn til dømis í juli.

 

­– Tey hava tí ikki rætt til frítíð við løn, sum onnur annars hava, sigur hann. Hann sigur, at uttan iva er onkur orsøk til hetta og nú niður hann so landsstýriskvinnuna greiða frá, hví hetta er so, og um hon hevur ætlanir um at broyta tað.