Hesi skulu veita innbúgv til Glasir

Lisitatión hevur verið á Landsverki í sambandi við fast innbúgv til Skúladepilin við Marknagil, Glasir. Útboðið var býtt upp í níggju ymiskar arbeiðstøkur, og tilsamans komu inn 26 tilboð fyri allar arbeiðstøkurnar.

 

Landsverk bjóðaði herfyri út fast innbúgv til Glasir. Útboðið fevndi um níggju ymsar arbeiðstøkur, sum vóru hesar: 1. Ítróttarumhvørvið – 2. Bilverkstaður – 3. Verkstaðssúlur – 4. Timburdeild – 5. Hárfríðkanardeild – 6. Náttúruvísind og El-deild – 7. Stórkøkur – 8. Tékøkar – 9. Sólverja.

 

Inn komu úr tveimum til fýra tilboð fyri hvørja av teimum níggju ymsu arbeiðstøkunum. Tilsamans 26 tilboð. Lægstu boðini í avrundaðum tølum áttu hesi:

 

Eikin kr. 455.000 fyri Ítróttarumhvørvið

FTZ kr. 1.955.000 fyri Bilverkstaðin

Maskinhandilin kr. 1.190.000 fyri Verkstaðssúlur

KBI kr. 2.960.000 fyri Timburdeild

Inventartænastan kr. 611.000 fyri Hárfríðkanardeild

Blika kr. 730.000 fyri Náttúruvísind og Eldeild

Elding kr. 3.213.000 fyri Stórkøk

Blika kr. 131.000 fyri Tékøkar

Inventartænastan kr. 1.259.000 fyri Sólverju (gardinur)

 

Samlaða upphæddin fyri lægstu tilboðini er sostatt 12,5 mió. krónur, og hetta heldur seg innan fyri kostnaðarmetingina, sum frammanundan varð gjørd av hesum arbeiðstøkum.

 

Ein 10. arbeiðstøka er eftir í sambandi við fast innbúgv á Glasi, og tað er til Maskin- og Smiðjudeildina, har tilboðini skulu vera inni í seinasta lagi 21. februar.