Konsertinar HOYMA í Gøtu verða endurtiknar í ár, og nú er kunngjørt hvørji listafólk vera við.
Í ár framføra Kári P., Hanus G. Johansen, Marius Ziska, Greta Svabo Bech, Dánjal á Neystabö, Sámal Ravnsfjall, Ólavur Jakobsen, Guðrið Hansdóttir, Högni, AVE - við Benjamin Petersen og Petur Pólson.
Tað serliga við framførslunum á HOYMA er at tær eru í heimum í Gøtu, og einans akkustisk og/ella handhildin ljóðføri verða nýtt.
- Konsertirnar byrja forskotið av hvørjari aðrari, soleiðis at møguleiki er at fáa konsertir í fleiri ymiskum húsum við, sigur Jón Tyril, fyriskipari.
Fimm konsertir vera í Norðagøtu og fimm í Syðrugøtu. Allar eru millum klokkan 19 og 23.30. Heimini eru meir miðsavnaði í mun til í fjør, soleiðis at lættari og skjótari er at ganga ímillum húsini.
Bussar koyra millum Norða- og Syðrugøtu alt kvøldið. Eftir konsertinar verður opið í í Tøting.
Frá morgunstundini er kafe og matstova í ovaru hæddini í Valhøll í Syðrugøtu, og pottar og sauna verða á keiini í Syðrugøtu frá 10 á morgni og allan dagin út á kvøldið, so leingi fólk er, greiðir Jón Tyril frá.