Hesin er stórfavorittur í Juventus

Manchester City-venjarin, Pep Guardiola, er favorittur at gerast venjari hjá Juventus.

Tað verður í løtuni dúgliga gitt hvør skal taka við sum nýggjur venjari í Juventus, har Massmiliano Allegri gevst eftir hetta kappingarárið. Hann hevur verið venjari í felagnum síðani 2014.

Sambært veddingarfyritøkum, so er Manchester City-venjarin, Pep Guardiola, greiður favorittur at gerast nýggjur venjari hjá Cristiano Ronaldo og hinum í Juventus.

Pep Guardiola hevur sáttmála við Manchester City fram til juni 2021, og í enska felagnum geva tey ikki nógv søgurnar um, at venjari teirra nú skal vera á veg til Juventus.

- Tað er ótrúligt, at miðlarnir fáast við slíkar leysasøgur. Hetta er láturligt. Guardiola ynskir at verða verandi, sigur Alberto Galassi, nevndarlimur í Manchester City, við Sky Italia í dag.


Odds - hvør verður næsti Juventus-venjarin?

Pep Guardiola 1,91

Maurizio Sarri 5,00

José Mourinho 8,00

Simone Inzaghi 8,00

Antonio Conte 9,00

Mauricio Pochettino 9,00

Didier Deschamps 12,00

Gian Piero Gasperini 12,00

Arsene Wenger 14,00

Diego Simeone 16,00

Sinisa Mihajlovic 18,00

Rafael Benitez 20,00

Carlo Ancelotti 20,00

Laurent Blanc 22,00

Zinedine Zidane 25,00

Joachim Löw 25,00

Andrea Pirlo 33,00


Kelda: SkyBet