Fólkatalið sunnan fyri Sahara í Afrika fer væntandi at veksa úr einari miljard og upp í tvær miljardir í 2050.
Hesin vøkstur saman við øktari keypiorku fer væntandi at veksa um eftirspurningin eftir fiski úr 10 miljónum tonsum, sum tørvurin er í dag - og upp í 26-29 miljónir tons í 2050.
Sambært Kystmagasinet.no eru saltvatnsfiskasløgini í afrikanskum sjógvi longu merkt av ovfisking, og møguleikarnir at veksa um veiðina eru ógvuliga avmarkaðir.
Aqua-Spark, sum er ein globalur íløgugrunnur við støð í Utrecht í Niðurlondum, sigur í einari frágreiðing, at loysnin hjá afrikanarum á matvørutrotinum er aling, serliga av fiskaslagnum, tilapia, sum verður aldur í eitt nú USA og Asia sum matfiskur.
Fleiri sløg eru av tilapia, harav flestu sløg liva í feskum vatni.
Aqua-Spark vísir á, at tilapia-slagið er lutfalsliga lætt at ala burðardygt. Hetta er ein fiskur við góðum føðsluevni, og fiskurin kann alast fyri ein prís, sum mong kunnu liva við.
Sambært altjóða matvøru-og landbúnaðarstovninum FAO, sum Kystmagasinet.no endurgevur, vórðu 263.000 tons av tilapia ald sunnan fyri Sahara í 2019.