Hesin skal fáa Messi, Neymar og Mbappé at rigga

Ligue 1: Paris Saint Germain væntast at seta nýggjan venjara í morgin

Franskir miðlar sum Le Parisien skriva í dag, at Christophe Galtier verður nýggjur venjari hjá Paris Saint Germain. Enn situr Mauricio Pochettino sum venjari, men hann væntast at blíva koyrdur hvørja løtu.

 

Christophe Galtier er kanska ikki eitt kent navn um okkara leiðir, men í Fraklandi er hann maðurin, sum koppaði PSG í fjør. Hann megnaði nevniliga at vinna meistaraheitið við Lille, áðrenn hann farna summar skifti til Nice.

 

Her gekk ikki eins væl, men formaðurin í PSG, tann máttmikili Nasser Al-Khelaifi, er sannførdur um, at tað er við Christophe Galtier, at álopið við Lionel Messi, Kylian Mbappé og Neymar fer at rigga. Christophe Galtier er 55 ára gamal og er fyrrverandi venjari.

 

Mauricio Pochettino er enn venjari á pappírinum, men verður væntandi koyrdur hvørja løtu. Le Parisien skrivar, at argentinski venjarin er í hornatøkum við PSG, tí hann vil ikki geva seg fíggjarliga í fráfaringaravtaluni.