Hesin skal stýra Newcastle komandi nógvu árini

Premier League: Tað hevur ikki verið nógv at hoyrt frá Newcastle í summar

Newcastle bleiv í farna kappingarári keypt av royalu familjuni í Saudiarabia. Tað bleiv til fleiri keyp og ein bjarging, men í summar hevur lítið verið at hoyrt til pengainnspræningina úr Saudiarabia.

 

Í dag hevur felagið boðað frá, at nýggjur sáttmáli er gjørdur við venjaran Eddie Howe. Hann tók við í farna kappingarár, tá Steve Bruce bleiv koyrdur, eftir at nýggju eigararnir komu til. Ítróttarstjórin í Newcastle vil ikki siga hvussu langur sáttmálin er, men sigur at hann er fegin um, at fyrrverandi venjarin hjá Bournemouth hevur longt sáttmálan.

 

Newcastle hevur fyrr gjørt langar sáttmálar. Millum annað tá Alan Pardew í 2012 gjørdi ein átta ára sáttmála. Hann sat tó bara í tvey ár afturat.

 

Newcastle hevur keypt Sevn Botman, Matt Target og málverjan Nick Pope fyri eina hálva milliard til samans. Newcastle skal í morgin spæla móti uppflytarunum Nottingham Forest.

 

Premier League 1. umfar:

 

Í kvøld:

 

Crystal Palace – Arsenal (20.00)

 

Leygardagin:

 

Fulham – Liverpool (12.30)

 

AFC Bournemouth – Aston Villa (15.00)

 

Leeds – Wolverhampton (15.00)

 

Newcastle – Nottingham Forest (15.00)

 

Tottenham – Southampton (15.00)

 

Everton – Chelsea (17.30)

 

Sunnudagin:

 

Leicester – Brentford (14.00)

 

Manchester United – Brighton (14.00)

 

West Ham – Manchester City (16.30)