Í kvøld kl.19.00 verður Tórsvøllur karmur um seinna dystin í 2. undanumfari í Champions League ímillum HB og Partizan Beograd, har serbiska stórfelagið hevur vunnið sær greiðan fyrimun eftir 3-0-sigur í fyrra dystinum.
Heðin Askham, venjari hjá HB, hevur nú sett nøvn á teir 11, sum byrja inni í kvøld. Alex José dos Santos hevur leikbann og René S. Joensen er skaddur, so venjarin hevur verið noyddur at framt í minsta lagi tvær broytingar í mun til seinasta dyst.
Í málinum verður enn sum áður Teitur M. Gestsson. Miðverjan er eisini tann sama við Rógva Holm og Jóhan Troest Davidsen, meðan á høgra- og vinstra bakki vera ávikavist Jógvan Rói Davidsen og Pál M. Joensen.
Á sentrala miðvøllinum verða aftur teir tríggir Tróndur Jensen, Fróði Benjaminsen og Heini Vatnsdal. Á høgra vongi er afturkomni Levi Hanssen, á vinstra vongi Kristin R. Mouritsen og allarfremstur verður Jóan Símun Edmundsson.
Uppstillingin, betur sett upp, sær tískil soleiðis út:
Teitur M. Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Holm, Pál M. Joensen - Levi Hanssen, Tróndur Jensen, Fróði Benjaminsen, Heini Vatnsdal, Kristin R. Mouritsen - Jóan Símun Edmundsson