Hesir eiga vakrasta seyðin í Føroyum

Miðstaðarøkið er væl fyri, men onkur suðuroyingur er eisini sloppin upp í part

Um vikuskiftið var tiltak á Búnarstovuni í Kollafirði, har vakrastu seyðir vóru kosnir. Hetta er ein seyðasýning við seyði úr øllum landinum og hesa ferð vóru 61 seyðir við í kappingini. Tríggjar virðislønir vórðu lætnar og tær vórðu lætnar fyri besta veðragjóling, besta veturgaml veðrar og fyri tann besta av teimum eldru veðrunum.

 

Á hvørjum heysti eru seyðasýningar kring landið, har góðkendir sýnarar døma brundseyð. Seyðurin, ið antin hevur fingið úrvalspremiu, ella 1. premiu á teimum sýningunum, kann síðan verða meldaður til Landsseyðasýningina, ið Búnaðarstovan skipar fyri. Endamálið er roynaat ala so lýtaleysan seyð í Føroyum, sum gjørligt.

 

Á landsseyðasýningina verða seyðirnir, sum eru meldaðir til, sýnaðir umaftur av útvaldum sýnsmonnum hjá Búnaðarstovuni. Teir ferðast um landið og sýna seyðin, og somuleiðis taka teir myndir og videofilm av seyðunum.  At enda verður so avgjørt, hvørjir seyðir eru ávikavist nr. 1, 2 og 3 í hvørjum av bólkunum: Veðragjólingar, veturgamlir veðrar og eldri veðrar.

 

Og endaligu úrslitini eru niðanfyri. Tað vísir seg, at miðstaðarøkið er væl umboða, men onkrir suðuroyingar hava eisini vakran seyð. Myndirnar av vinnandi seyðunum eru frá Búnaðarstovuni.

 

Úrslitini vóru hesi:

 

 

 

Veðragjólingar:

 

1. Virðisløn: Thorvald Lützen, Syðradalur

 

2. Virðisløn: Dánjal Pauli í Búðini, Velbastaður

 

3. Virðisløn: Búnaðarstovan, Kollafjørður

 

##med2##

 

 

 

Veturgamlir veðrar:

 

1. Virðisløn: Sigtór Thorvaldson Lützen, Syðradalur

 

2. Virðisløn: Mortan úr Hørg, Sumba

 

3. Virðisløn: Dánjal Pauli í Búðini, Velbastaður

 

##med3##

 

 

 

Eldri veðrar:

 

1. Virðisløn: Christian Christiansen, Skáli

 

2. Virðisløn: Jákup J. Joensen, Sumba

 

3. Virðisløn: Juul Sumberg, Vágur

 

##med4##

 

Besti veðragjólingurin

Besti veðrurin