Hesum heilivági brúka føroyingar serliga nógv av

Sølan hjá apotekinum er nógv vaksin. Aalivinnan er nógv tann størsti kundin. Men sølan av heilivági til fólk er eisini vaksin - serliga av ávísum sløgum

Seinastu 20 árini er sølan hjá apotekinum av heilivági, vaksin úr 118 milliónum í 2002, upp í 292 milliónir, sum hon var í fjør. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Uppgerðin vísir, at nógv tann størsti vøksturin er hjá alivinnuni, tí fyri 20 árum síðani, brúkti alivinnan heilivág fyri 24 milliónir krónur um árið. Men í 2021 var sølan hjá apotekinum av heilivági til alivinnuna, 111 milliónir krónur. Sølan til alivinnuna er sostatt 38 prosent av søluni hjá apotekinum. 

 

##med2##

 

Hinvegin er sølan av resept-heilivági til fólk, ikki vaksin tað stóra hesi seinastu 20 árini. Í 2002 brúktu føroyingar resept-heilivág fyri 80 milliónir, og nú, 20 ár seinni, er hon 94 milliónir krónur. Afturfyri er heilivágssølan til sjúkrahúsini vaksin nógv, úr 13 milliónir krónur í 2002, upp í 86 milliónir krónur í fjør. Sølan av heilivági til landbúnaðin er lítil samanborið við aðrar bólkar. Í 2002 var hon um tvær milliónir krónur í í gjør var hon 1,4 milliónir.

 

Tá ið tað snýr seg um heilivág til teir ymisku bólkarnar í samfelagnum ger apotekið hana upp í skamtum fyri hvørjar 1.000 íbúgvar, fyri hvørt samdøgur. Her er var sølan 941 skamtar í 2002, men í fjør var hon 1.587 skamtar og tað er ein vøkstur upp á 61 prosent. Nógv tann størsti viðgerðarbólkurin eru tey, ið fáa heilivág fyri hjartað og blóðrenslið, tí tey brúka 39 prosent av heiliváginum, sum verður brúktur. Tað er 68 prosent meiri enn í 2022. Aðrir stórir bólkar eru tey, sum fáa heilivág fyri nervalagið, tí har er vøksturin 71 prosent, og bólkurin, sum fær heilivág fyri sjúkur í sodningarlagnum og evnisbroytingum, tí har er vøksturin 83 prosent. Sí talvuna niðan fyri.

 

##med3##