Hetlendingar síggja onga orsøk til at eiga partabrøv í Smyril Line, nú Norrøna ikki longur skal sigla til Hetlands. Stjórin í Smyril Line hevði roknað við hesum Líkt er til, at hetlendski menningargrunnurin fer at selja síni partabrøv í Smyril Line. Tað skrivar Shetland Today. Formaðurin í landspartastjórnini, Sandy Cluness, sigur við blaðið, at tað er eingin orsøk hjá hetlendingum at eiga partabrøv í Smyril Line, nú Norrøna ikki longur siglir til Hetlands.
Mánadagin verður fundur í Shetland Development Trust, og hóast sølan av partabrøvunum ikki stendur á skránni til hendan fundin, roknar Sandy Cluness við, at málið verður viðgjørt á fundinum.
- Hetlendskir pengar syrgdu fyri, at Smyril Line kundi keypa Norrønu, men eg eri ikki fegin um, at Norrøna nú siglir fram við Lerwick og leggur at í øðrum havnum, sum ikki hjálptu felagnum við skipinum av fyrstan tíð, sigur Sandy Cluness við Shetland Today.
Stjórin í Smyril Line sigur, at tað kemur ikki óvæntað á felagið, at hetlendingar vilja selja síni partabrøv.
- Vit hava roknað við, at hetta fór at henda, og tað verður spennandi at síggja, hvør hevur hug at gera eina íløgu í Smyril Line. Tað er stórt potentiali í felagnum, og tað verður ivaleyst gott fyri Smyril Line at fáa ein nýggjan íleggjara inn, sum vil arbeiða meira frameftir, sigur Andras Róin.
Shetland Development Trust eigur umleið 18 prosent av Smyril Line, og verandi partaeigaraavtala gongur út í apríl, og tá kunnu hetlendingar selja síni partabrøv á fría marknaðinum.