- Hetta boðar frá onkrum góðum

Elin V. Tindskarð vann T 4 kappingina á IceHorseFestival í Herning

Tað reið um snarið, men tað eyðnaðist Elini V. Tindskarð á ryssuni Gretu frá Ausviga at vinna T 4 kappingina á IceHorseFestival í Herning.

Tær báðar vóru bestar í innleiðandi umfari, men í finaluni fingu tær harða kapping frá reiðfólkum úr Týsklandi og Danmark. At enda vunnu tær, munurin til nummar tvey var tó einans 0,11 stig. 

Elin V. Tindskarð var sera fegin um sigurin, og at nýggja ryssan hjá henni er so góð longu í hennara fyrstu kapping .

- Vit onnur kunna eisini gleðast um, at vit nú aftur hava fingið eitt par á høgum altjóða støði. Hetta boðar vónandi frá onkrum góðum, sigur Føroyskt Íslandsrossafelagið.

##med2##