Hetta er ALS ikki at spæla við

Nú verður tosað um at fara at taka pengar úr ALS at fíggja ein Suðuroyartunnil við.

 

Men ALS er ALS ikki at spæla við hjá politikarum. Tað er ein trygging.

 

ALS er ogn hjá arbeiðsgevarum og arbeiðstakarum, tvs, at fólk á arbeiðsmarknaðinum og arbeiðsgevarum teirra.

 

Løgtingið hevur nakrar heimildir í mun til ALS, t.d. at áseta ALS-gjald men Løgtingið eigur ikki ALS.

 

Peningurin í ALS skal bara brúkast til arbeiðsloysið og arbeiðsleys, sambært lógini.

 

Taki eg undir við einum Suðuroyartunnli? Ja, tað geri eg. 

 

Men tað skal gerast við skili, eisini fíggjarligum skili. 

 

Beinta Løwe

 

Løgtingskvinna, Tjóðveldi