Hetta er fúl skomm

Hetta er ein umhvørvisgøla av teimum stóru og kann koma føroyskum umdømi harðliga aftur um brekkur, heldur Kjartan Hoydal


Hetta er fúl skomm og kann koma umdømið Føroya harðliga aftur um brekkur.

Tað heldur ein av okkara allarfremstu fiskivinnuserfrøðingum, Kjartan Hoydal.

Hann sipar til støðuna hjá føroyska garnaskipinum, Anitu.

 

- Gørnini hjá Anitu hava staðið úti í meira enn ein mánað uttan at nakar myndugleiki letur  við seg koma.

- Hetta er ein umhvørvisgøla av teimum stóru og kann, sum so nógv annað í málinum um Anitu, raka Føroyar hart, sigur Kjartan Hoydal.

 

Les eisini: Enn eitt høgg afturat ímóti umdøminum hjá Føroyum sum fiskivinnutjóð

 

Hann staðfestir, at garnaveiða er undir hørðum atfinningum, tí vandi altíð er fyri tí sum verður kallað “ghostfishing” á enskum.

 

- Verða gørnini ikki røkt sum tey skulu, ella mist,  fiska tey framvegis, fiskurin rotnar í gørnunum og fer fyri skeyti.

 

Hann sigur, at hetta er orsøkin til, at Føroyar í NEAFC, hava verið við til at banna gørnum í altjóða sjógvi.

 

- Vit skulu ikki gloyma, at umhvørvisfelagsskapir eru líka ágangandi móti veiði á djúphavinum, sum móti grindadrápi.  

 

Hann sigur, at hann hevur altíð ført fram í altjóða høpi, at er veiðan við gørnum nóg væl umsitin, og eftirlitið er nóg gott, kann hon verða akkurát líka so burðardygg, sum veiða við øðrum reiðskapi. 

 

- Hetta er ringt at verja, tá so ræðandi dømi koma fram um, at einki eftirlit tykist at vera við garnaveiðuni undir Føroyum, sigur Kjartan Hoydal.

 

Hann vísir á, at í kunngerðini um garnaveiðu er ásett, at tá fiskifør fara inn at avreiða, og gørnini standa úti, skulu ikki ganga meiri enn 72 tímar, til skipið aftur er á fiskileið og fer at draga.    

 

- 72 tímar er 3 døgn, men gørnini hjá Anitu hava staðið í sjónum nú í meira enn 35 døgn. Nógvur fiskur er komin í, og rotnaður í gørnunum. Hvussu kann hetta bera til, spyr Kjartan Hoydal.

 

Hann vísir á, at vit hava eisini bann móti útblaking.

- Hetta er ikki útblaking, men hevur sama úrslit. Fiskur verður veiddur, sum ikki kemur til høldar, í hesum føri tað við lít.

 

- Eg skilji ikki á nakran hátt, at fiskiveiðieftirlitið, løgreglan, fútaskrivstovan og fiskimálaráðið lata standa til, og ikki við øllum møguleikum, sum eru í lógini, gera nakað við hetta málið, sigur Kjartan Hoydal.

 

Fær eitt so lýsandi dømi um brot á lógina, ongar avleiðingar, man síðsti  kordelur í tí togi, sum varð tvinnað í lóg um vinnuligan fiskiskap í 1994, vera kvettur, leggur hann afturat.