Hetta er nýggja stjørnan hjá Liverpool

Liverpool keypir væntandi ein av bestu spælararunum í Portugal innan tveir dagar

Fleiri av mest álítandi keldunum, sum fylgja Liverpool FC, skriva í dag at felagi er í holt við at keypa Luis Diaz frá FC Porto. Hann er úr Kolumbia og er høgt í metum.

 

Tað hevur fyrr eydnast Liverpool, at halda kortini tætt at kroppinum, men hesa ferð hava miðlarnir fingið frænir av, at eitt ferðalag hjá Liverpool er farið til Suðuramerika at fáa skiftið í hús, tí flytingarvindeygað letur aftur sunnudagin.

 

Luis Diaz er høgt í metum í Portugal, har hann verður mettur sum besti spælarin í deildini. Hann er 25 ár og kann spæla á trimum teimum fremstu plássunum hjá Liverpool. Tó mest sannlíkt á vengrunum.

 

Hann er føddur og uppvaksin í fátækadømi í Kolumbia, men bleiv sæddur av ongum minni enn Carlos Valderama, sum á sinni var liðskipari og helst kendasti spælari, sum Kolumbia nakrantíð hevur havt við sínum flottu krúllum.

 

Miðlar sum The Times og The Athletic skriva, at prísurin verður um 330 milliónir krónur, umframt einar 100 milliónir krónur, alt eftir hvussu hann klárar seg í Liverpool. Tað verður eisini sagt, at Liverpool ætlaði at bíða til í summar, men at serliga Tottenham eisini hevur víst honum áhuga og lagt boð inn, og tí hevur Liverpool framskundað keypið.

 

##med2##