Hetta er ógvuliga skaðiligt fyri okkum

Fólk í Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Miðflokkinum, vilja hava, at Fámjinstunnilin, og nýggi innkomuvegurin til Havnar, verða útsett til ein treyt er uppfylt

Feløgini, sum reka Vágatunnilin og Norðoyatunnilin skulu avtakast alt fyri eitt. Tað krevja fólkafloksfeløgini og sambandsfeløgini í Norðoyggjum og í Vágum, umframt Miðflokkurin í Norðoyggjum.

 

Tey eru øll í samgonguni, og nú seta tey leiðsluni í samgonguni eitt greitt krav. Tey vísa á, at í sambandi við frágreiðingina um Suðuroyartunnil, er møguleikin eisini nevndur at leggja allar undirsjóvartunlarnar í eitt felag og at hava felags bummgjald, men tað hevði so ført við sær, at gjaldið í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum hevði hækkað.

 

– Tosið um hækkað bummgjald seinastu dagarnar vísir greitt, at tað er neyðugt at fáa tryggar karmar á Vestur og Norðurøkinum  við beinanvegin at avtaka P/F Vágatunnilin og Pf Norðoyatunnil, siga lokalumboðini fyri samgonguna í Norðoyggjum og í Vágum.

 

– Tunlarnir eru útgoldnir og tað er skeivt áhaldandi at krevja inn eykaskatt til eina útgoldna verkætlan, siga tey. Og tey leggja afturat, at áhaldandi óvissan um, nær gjaldið fer at hækka, og hvussu nógv tað hækkar, er ógvuliga skaðiligt fyri økini á so mangan hátt. Bæði vinna og fólk liva í óvissu og økini verða av teirri orsøk vald frá, heldur enn til.  

 

Tey siga, at tað er bæði óneyðugt og kostnaðarmikið at hava stjóra, nevnd og partafeløg  at ansa eftir hesum evarska lítla vegastubbanum uppá tilsaman eina 10 kilometrar.  Tí krevja tey, at tunnilisfeløgini verða avtikin beinanvegin og at tunlarnir verða lagdir undir Landsverk.

 

Men tey mæla eisini, at málið um nýgga innkomuvegurin til Havnar, og málið um Fámjinstunnilin,verða útsett til tunnilsfeløgini eru avtikin. Tey bæði málini eru annars sett at koma til atkvøðugreiðslu í Løgtinginum í næstu viku, men nú mæla lokalfeløgini hjá samgonguni í Norðoyggjum og Vágum, at tey verða útsett.