Hetta er ringt hjá bilførarum at halda skil á

Aftur í gjár fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið

Aftur í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar Í Janusargøtu, sum er við Bónus og Glasir í Marknagili. Har er ein vegur einsrættaður og tað merkir, at tað er ikki loyvt at koyra oman ímóti skúlanum á Fløtum.

 

Har stendur eitt skelti sum vísir, at innkoyring er forboðin, royndirnar hjá løgregluni eru, at hetta vísir seg at vera ringt hjá bilførarum at fáa skil á. Sostatt eru tað  nógvir bilførarar, sum ikki akta skeltið, men koyra ímóti yvir um skeltið og ímóti ferðsluni.

 

Av tí sama hevur løgreglan ofta verið har um vegin og hildið eyga við ferðsluni og har hava nógvir bilførarar fingið bæði bót og klipp í koyrikortið.

 

Og seinnapartin í gjár var løgreglan so enn einaferð í Janusargøtu og kannaði ferðsluna og aftur í gjár vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ímóti ferðsluni. Løgreglan sigur, at teir fáa eina bót upp á 500 krónur, umframt eitt klipp í koyrikortið. Elvir slík koyring til ferðsluóhapp, harðnar revsingin.

 

Løgreglan hevur áður sagt, at tað er væl merkt, so tað er ilt at siga, hví bilførarar ikki koyra eftir skeltunum um teir ikki ansa eftir, ella um teir halda, at tað er høgligari at fara hin vegin og at tað nokk fer at ganga at sníkja seg tann vegin.