Hetta er tað seinasta um veðrið á ólavsøku

Her er seinast veðurforsøgnin frá DMI

Danska veðurstovan roknar við hampuligum veðri á ólavsøku, men møguleiki er fyri ælaveðri um kvøldarnar.

 

DMI sigur, at í dag verða 3-8 m/s av ymsum ættum, sum frálíður av norði. Samdrigið og turt, men út á kvøldið ælaveður. Í nátt verður samdrigið, og eitt skifti fer at regna. Hitin millum 8 og 13 stig.

 

Ólavsøkudag verða 3-8 m/s av norði. Samdrigið og turt fyri tað mesta, onkrastaðni verður mjørki. Um kvøldið og náttina møguleiki fyri ælaveðri. Hitin verður millum 8 og 13 stig.