Hetta er tað størsta hjá Teiti

Landsliðsmálverjin rósar sínum monnum, og iðrar seg um, at tað var deyðbóltsstøða, sum bar danska málið við sær

Teitur Matras Gestsson, sum var sera stinnur í føroyska málinum, heilsar upp á danska málskjúttan Jonas Wind mynd: Finn Frandsen/polfoto

Eitt sindur óvæntað var tað, at Gunnar Nielsen sat á beinkinum, og at tað var Teitur Matras Gestsson, sum stóð millum stólparnar. Venjarin hevði givið til kennar, at hann umhugsaði at skifta málverja, men tað varð roknað við, at tað kanska fór at vera týskvøldið ímóti Moldova.

 

Teitur Martas Gestsson takkaði fyri álitið, og hann var ein sannur brandur og bjargaði fleiri ferðir, tá ið eingin hevði peikað eftir honum, um bólturin fór í málið. Serliga var tað við beinparadum og í besta hondbóltsmálverastíli, at hann aftur og aftur bjargaði.

 

-Tað er eingin ivi hjá mær. Hetta er størsti dystur, sum eg havi verið við til at spæla. Stappað stadion og eitt framúr avrik ímóti Danmark og so at spæla á landsliðnum. Tað fær ikki verið størri, sigur Teitur Matras Gestsson við Róland Waag Dam í Kringvarpi Føroya.

 

Teitur iðrar seg um, at tað var eftir deyðbólt, at danir skoraðu sigursmálið:

 

-Vit plaga at hava gott tak á støðuni í sambandi við deyðbóltar, og tað høvdu vit eisini í kvøld, og tí iðrar tað meg og okkum, at tað var í sambandi við deyðbólt, at teir fimm minuttir undan dystarenda skoraðu sigursmálið, sigur Teitur Matras Gestsson.

 

Danski málverjin Kasper Schmeichel var ikki so sannførandi í kvøld, sum hann oftast plagar at vera. Hann rósti starvsfelaganum í hinum endanum:

 

-Teitur Matras Gestsson hevði nógvar fínar bjargingar. Vit eru sera nøgdir at vinna øll stigini, men satt at siga havi eg ilt av føroyska málverjanum, at bólturin at enda fór í málið aftanfyri hann, tí hann vardi málið so sera væl, sigur Kasper Schmeichel.

 

Teitur Matras Gestsson, sum var sera stinnur í føroyska málinum, heilsar upp á danska málskjúttan Jonas Wind mynd: Finn Frandsen/polfoto