Hetta er vilt og svakt

Nettupp tí at hetta er svakt og vilt, kann tað flyta mørk. Men tað er ringt at síggja, at vit hava brúk honum

 

- Tað er ringt at síggja, at vit hava brúk fyri einum risastórum flogvølli mitt á Tangafirði.

Tað siga umboð fyri føroyskt vinnulív, nú ein ætlan er løgfd fram um at byggja eina nýggjan flogvøll fyri 5,6 milliardir á eini flogoyggj á Tangafirði.

 

Sosialurin, sum kemur út nú seinnapartin í dag, verður nógv gjørt burturúr ávísum tættum í vinnulívinum, eitt nú ætlanini at byggja ein stóran flogvøll á Tangafirði.

 

- Vit kunnu skjótt verða samd um, at hendan ætlanin er bæði vill og svøk, men júst tí kann ein slík verkætlan eisini flyta mørk, leggur hon afturat.

Men tá tað er sagt, haldi eg als ikki, at tørvur er á einum so stórum flogvølli og hetta er ikki ein íløga, útflutningsvinnan hevur biðið um, sigur stjórin í Vinnuhúsinum.

 

Somuleiðis duga hvørki stjórin í Bakkaforst og stjórin í Faroe Origin rættiliga at at síggja, at hetta skal vera nakar stórur fongur fyri føroyska vinnulívið.

Teir vísa á, at tað hevur størri týdning at hava gott sjóvegis samband við víttgreinaða altjóða loftferðslunetið í Stórabretlandi, enn at kunna flúgva fiskin beinleiðis úr Føroyum.

Hinvegin ivast Magni Laksáfoss, búskaparfrøðir í hesi grundgevingini.

Eisini hjá teimum kann tað vera ringt at meta um trupult møguleikarnar 10-15 ár frammi í tíðini, heldur hann.

 

Regin Jacobsen heldur, at stóri kapasiteturin í London og umfatandi flutningsnetið har, gevur møguleikar, sum tað verður sera trupult at kappast við her, sama hvussu stórur flogvøllurin er, og hvussu góður regulariteturin er.

 

Hann leggur tó dent á, støðan kann broytast kann broytast.

- Tað er altíð gott, tá onkur torir at koma við djørvum hugskotum, eisini um tey kunnu tykjast svøk í løtuni. Støðan kann broytast, og okkara flutningstørvur er nógv øðrvísi enn hann var fyri 5-6 árum síðani, og tí kann tað eisini hugsast, at hann aftur broytist grundleggjandi næstu 5-6 árini, sigur stjórin á Bakkafrost.

 

Dávid Jacobsen, stjóri á Faroe Origin, sum er størsta flakavirkissamtakið í landinum, dugir heldur ikki at síggja, hvussu ein nýggj flogoyggj í Tangafirði kann tæna útflutninginum av feskfiski.

 

- Vit útflyta ikki eitt kilo av fiski loftvegis í dag, men tað er ikki orsakað av vánaligum flogsambandi ella flogvallarviðurskiftum. Vit fáa einfalt ikki nóg mikið av rávøru til at tað loysir seg at senda feskan fisk loftvegis, sigur hann í Sosialinum í dag.

 

Les nógv meiri í Sosialinum sum nú seinnapartin