Hetta eru spennandi tíðir í Nes kommunu

Nú er nýtt at frætta úr Nes kommunu um ætlaðu grótverjuna í Oyrunum og eina nýggja íbúðarverkætlan á Regnavegnum, har tað nú er upp á tal at byggja upp til 70 íbúðir.

 

Á bygdaráðsfundi í Nes kommunu hin 27. juni í ár varð samtykt at taka av lægsta tilboðnum at leingja grótverjuna í Oyrunum umleið 80-90 metrar, og tað var RTS, sum átti lægsta boð. 

 

Grótið til grótverjuna í Oyrunum verður útvegað úr bakkanum norðan fyri Saltsøluna, og nøgdin er umleið 38.000 rúmmetrar.

 

Í Nes kommunu siga tey, at LBF og Terra eru ráðgevandi, har LBF hevur gjørt projekteringsarbeiðið og fer at hava eftirlitið, meðan Terra útvegar neyðug loyvi.

 

Tilboðsgevararnir hava givið tvey tilboð hvør.

 

- Tilboð A fevnir um arbeiðið at gera grótverjuna í Oyrunum 80-90 metrar við at spreingja grót úr bakkanum norðan fyri Saltsøluna og tilboð B, sum fevnir um at taka ímóti og leggja grót frá møguligu íbúðarverkætlanini á Regnavegnum.

 

Við tí grótinum, sum kemur frá verkætlanini á Regnavegnum og sum er mett til 70.000 rúmmetrar, ber til at leingja grótverjuna umleið 100 metrar aftrat ella tilsamans 180 metrar. 

 

Í juni samtykti bygdaráðið í Nes kommunu, at tilboð B verður ikki sett í verk, fyrr enn vissa er fingin fyri, um íbúðarverkætlanin á Regnavegnum verður framd.

 

Fyrr í summar bjóðaði kommunan alment út lendið við Regnavegin til íbúðarbygging. Lendið liggur beint sunnan fyri Svangaskarð og er umleið 8.800 fermetrar stórt. 

 

- Seinastu tíðina hava samráðingar verið við nýstovnaða felagið Sp/f Skákið við Høgna Petersen í Saltnesi. Felagið ynskir at keypa lendið til íbúðarbygging og at byggja upp til 70 íbúðir í økinum.

 

##med2##

 

Og á bygdaráðsfundi í Nes kommunu í kvøld er samtykt at selja matrikkul 264i, sum er umleið 8.800 fermetrar, til Sp/f Skákið, har treytin er, at kommuan eigur grótið.

 

Samtykt varð eisini at taka av teirra tilboði um lessing og koyring av gróti oman í Oyrarnar. Somuleiðis samtykti bygdaráðið í kvøld at taka av tilboði B frá RTS um móttøku og útlegging av gróti í Oyrunum.

 

- Tilsamans er verkætlanin mett at kosta kommununi umleið 13 miljónir kónur. Vit meta, at hetta er ein spennandi verkætlan, sum fær kyrru í Oyrahavnina og leggur lunnar undir eina byrjan til at gera Oyrarnar til eitt miðstaðar- og trivnaðarøki.

 

Í Nes kommuna fegnast tey eisini um, at íleggjarar hava áhuga og vilja at gera íløgur í eina nýggja íbúðarbygging í kommununi, sum við Eysturoyartunnlinum er vorðin ein partur av miðstaðarøkinum í Føroyum.

 

 

 

 

Súni í Hjøllum er borgarstjóri í Nes kommunu.