Í morgun okkara tíð boðaði afganska innanríkisráðið frá, at Taliban uppreistrarmenn vóru komnir inn í høvuðsstaðin Kabul.
Upp á stutta tíð hevur Taliban vunnið seg nógv fram í Afganistan. Tað hendir, eftir at USA-samgongan, sum eitt nú Danmark er partur av, hevur tikið seg aftur.
Her er eitt yvirlit yvir tað, sum er hent higartil í dag:
* Umleið klokkan 8:30 í morgun okkara tíð komu boðini um, at Taliban uppreistrarfólk vóru við at taka seg inn í Kabul frá øllum síðum.
* Danska uttanríkisráðið sendir út tíðindaskriv, har tey upplýsa, at útsend á donsku sendistovuni í Kabul sunnunáttina eru flutt til flogvøllin í Kabul. Tað var fríggjadagin upplýst, at sendistovan steingir fyribils.
##med2##
* Ein talsmaður fyri Taliban upplýsir, at Taliban-hermenn er bidnir um at bíða við innkomuvegir til Kabul. Men tað eru samstundis frásagnir um, at upprestrarmenn friðarliga eru komnir inn í ytru forstaðirnar í býnum.
* Sambært skrivstovuni hjá afganska forsetanum, Ashraf Ghani, eru skot at hoyra fleiri staðni í Kabul, men afganskar trygdardeildir hava tamarhald á støðuna.
* Ein Taliban-talsmaður sigur, at rørslan er í samráðingum við afgansku stjórnina um at fáa »eina friðarliga yvirgeving« av Kabul.
* Afganski forsetin, Ashraf Ghani, hevur kreppufund við serliga sendimannin hjá USA og toppembætismenn frá Nato.
##med3##
* Meðan fleiri lond flyta starvsfólk á sendistovum burtur – eitt nú Danmark, Bretland og USA – boðar Russland frá, at landið ikki fer at flyta síni fólk burtur.
* Valdið í Afganistan verður friðarliga latið eini skiftisstjórn. Tað upplýsir virkandi afganski innanríkisráðharrin. Kabul verður ikki álopin, verður sagt.
* Afganski forsetin, Ashraf Ghani, biður trygdardeildir um at varðveita trygdina í Kabul, eftir at Taliban hevur sett tøkuna av býnum á pausu í útjaðaranum av býnum.
* Ein afganskur samráðingarmaður upplýsir, at ein sendinevnd frá afgansku stjórnini fer til Qatar í dag fyri at hitta Taliban. Ein kelda sigur tíðindastovuni Reuters, at tey skulu tosa um yvirtøku av valdinum.
* Nato upplýsir, at tey vilja varðveita diplomatisku hjáveruna í Kabul, og at tey hjálpa at verðveita raksturin av flogvøllinum í býnum.
##med4##
* Afganski forsetin, Ashraf Ghani, er farin úr landinum og er farin til grannalandið Tadsjikistan, upplýsir afganska innanríkisráðið umleið klokkan 14:40 okkara tíð.
* Klokkan 16:40 okkara tíð sigur Taliban-leiðari, at Taliban hevur tikið eftirlitið við afganska forsetaborgini. Tað skrivar Reuters.
* Amerikanska sendistovan í Kabul upplýsir sambært tíðindastovuni Reuters, at tað eru frásagnir um, at skotið verður eftir flogvøllinum í Kabul. Amerikanskir borgarar verða bidnir um at søkja skjól.
* Sendifólk upplýsa í kvøld, at Trygdarráðið hjá ST hittist í morgin at tosa um støðuna í Afganistan. Tað skrivar Reuters.
* Afganski forsetin, Ashraf Ghani, fór úr landinum fyri at sleppa undan blóðugum stríði, skrivar hann í Facebook-dagføring klokkan 19:30 okkara tíð.
##med5##
* Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, mælir til eitt einmælt svar frá Vesturheiminum og øðrum londum gjøgnum eitt nú ST ella hernaðarsamgonguna Nato.
– Vit ynskja ikki, at nakar millumlanda viðurkennir Taliban, sigur Boris Johnson.
Kilder: Reuters og AFP.
/ritzau/