Hetta hevur Jóan Símun uppiborið

Fyrrverandi venjari hjá Jóan Símuni fegnast og metir um skiftið til Arminia Bielefeld.

Fyrr í dag kom tað fram, at føroyski landsliðsleikarin, Jóan Símun Edmundsson, hevur gjørt tvey ára sáttmála við Arminia Bielefeld í næstbestu týsku deildini. Ein av føroysku venjarunum, sum hevur havt nógv við Jóan Símun at gjørt, er Bill McLeod Jacobsen, ið hevur verið venjari hjá honum bæði í B68, AB og á føroyska U21-landsliðnum.


Bill minnist aftur á ta tíðina í 2009, tá ið teir í B68 fingu fyrispurning um ein blaðungan Jóan Símun Edmundsson.


- Eg var sera stoltur av honum, tá ið Newcastle var eftir honum á sinni. Hann var júst blivin toppskjútti á Toftum, og vit vóru keddir av at lata hann fara, men vit vildu sjálvandi ikki standa í vegin. Fótbólturin er upp og niður, og tað gekk ikki bara eftir vild, men Jóan Símun stríddi seg altíð aftur, sigur Bill.


Fyrrverandi venjarin hjá Jóan Símuni fegnast sum vera man, nú 26 ára gamli toftamaðurin hevur fingið møguleikan at royna seg í týskum fótbólti.


- Hetta er spennandi fyri Jóan Símun. Tað verður stuttligt hjá honum at sleppa at royna seg á týsku leikvøllunum, har áskoðarafjøldirnar eru munandi størri og villari enn tær, sum vit kenna, sigur Bill, sum fleiri ferðir hevur møtt týskum landsliðum og sjálvur hevur kent hvussu ómetaliga nógv fótbóltur hevur at siga fyri týskarar.


Tað er ikki av tilvild, at Jóan Símun nú fer at spæla í Týsklandi. Bill heldur, at hann hevur tað ruddiliga uppiborið.


- Tað hevur altíð ligið í kortunum, at hann kundi blíva til nakað stórt í fótbólti, og aftanfyri hetta liggja eisini túsundtals venjingartímar í túninum á Brekkukletti og á Svangaskarði saman við pápanum og vinunum, sigur Bill og heldur fram:


- Jóan Símun er blivin ein av okkara allar bestu leikarum nakrantíð og kann nú slóða fyri, at fleiri landsmenn kunnu fylgja hansara leið. Hann hevur tikið Superliguna og víst hvat hann kann, og tað er ótrúliga djarvt og flott av unga manninum, at hann nú skiftir til týskan fótbólt, heldur Bill.


Bill McLeod Jacobsen, sum undan hesum kappingarárinum tók við aftur sum venjari hjá B68, metir tað vera týdningarmikið, at Jóan Símun alt fyri eitt ger seg galdandi í Arminia Bielefeld – og tað ger Jóan Símun best við bara at vera Jóan Símun.


- Tá teir nú hava fylgt honum, so vita teir hvat teir fáa. Jóan Símun skal gera tað, sum hann er bestur til, og lata spælið hjá sær tala. Tað er soleiðis ein fær virðing – einki meira tvætl. Tað krevst hart arbeiði, og hann skal vísa hvat hann kann, hvørjum hann er gjørdur av og stendur fyri. Og so hjálpir tað sjálvandi væl, um hann ger mál, sigur Bill og at enda leggur afturat:


- Eg eri errin av honum. Nú vóni eg bara, at hann bítur seg fastan, heldur seg skaðafrían og fær regluliga spælitíð.

 

 

Les eisini:

Nú hevur Jóan Símun skrivað undir

Jóan Símun til Bielefeld: Hetta er tað rætta fyri meg

Fylgdu honum í meira enn tvey ár