Hetta hoyrir ongastaðni heima

Vit mugu tora at taka málið upp aftur um at krevja, at fólk skulu búgva í húsum í Tórshavnar Kommunu, sigur borgarstjórin

##med2##

 

Hetta hoyrir ongastaðni heima. Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn í tíðindunum á FM1 nú á miðdegi.

 

Á býráðsfundi í Havn í gjár upplýsti hann, at hóast bústaðarneyðin er so stór sum ongantíð fyrr, er støðan tann, at bara í Tórshavnar kommunu standa yvir 700 bústaðir tómir. Her er talan um Havnina, og allar bygdirnar, sum eru við í kommununi

 

Les meiri um tað her: Yvir 700 bústaðir standa tómir í Havn

 

Heðin Mortensen sigur, at tað eru nógv dømi um, at fólk keypa bústaðir, sum ætlanin bara er at hava til frítíðarhús. Eisini nógvar av teimum íbúðum, sum eru á marknaðinum nú, verða seldar til frítíðarbústað. Hann sigur, at tað eru mest føroyingar, sum búgva aðrastaðni, sum keypa sær hús í Havn til frítíðarbústað, men talan er eisini um útlendingar.

 

– Tað eru nógv dømi um hús, bæði úti á Reyni, og aðrastaðni, har tað bara er ljós á ólavsøku, og kanska á jólum, sigur borgarstjórin.

 

Hann sigur, at hetta er ein støða, sum ongastaðni hoyrir heima, serliga nú bústaðarneyðin er so stór. Tí heldur hann, at vit mugu tora at taka málið um bústaðarskyldu upp aftur, so at kommunurnar fáa heimild at krevja, at fólk skulu búgva í bústøðunum, sum eru í Tórshavnar kommunu.

 

Eitt er at hava eitt summarhús, men tá ið fólk eiga fleiri hús, eiga vit at tora at krevja bústaðarskyldu, sigur borgarstjórin.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Heðin Mortensen greiða frá.