Hetta kann fáa heilt álvarsligar avleiðingar

Er hetta bara fyri at tryggja, at nakrir hundrað føroyingar skulu kunnu hava summarhús í Danmark, spyr løgtingsmaður

Í gjár samtykti Løgtingið eitt mál um at avmarka møguleikan hjá útlendingum at keypa hús og jørð í Føroyum. Men tað skal samtykkjast eina ferð afturat týsdagin, áðrenn tað er endaliga avgreitt.

 

Men sum vit skrivaðu í áðni, sigur samgongan, at tað er í stríð við heimastýrislógina at gera mun á borgarum í ríkisfelagsskapinum. Tískil hevur Løgtingið samtykt, at danskarar og grønlendingar hava sama rætt til at keypa fasta ogn í Føroyum, sum føroyingar sjálvir hava.

 

Les meiri um tað her: Nú kunnu seks milliónir fólk keypa hús í Føroyum

 

Tað var serliga Christian Andreassen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, ið eisini er løgfrøðingur, sum førdi hesi sjónarmiðini fram. Hann sigur, at Danskir myndugleikar kunnu heldur ikki lata føroyingar ella grønlendingar vera fyri mismuni í Danmark, og tað sama er galdandi í Grønlandi. Bæði hann, og aðrir tinglimir fyri samgonguna, føra fram, at nógvir føroyingar hava summarhús í Danmark og tí kunnu vit vit ikki nokta danskarin sama rætt í Føroyum.

 

 

 

Skeiv tulking

 

Aksel V. Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, er eisini løgfrøðingur, og hann sigur, at tað passar ikki, at tað ikki ber til at gera mun á føroyingum, og øðrum ríkisborgarum í hesum føri. Aksel V. Johannesen sigur, at tað sær út til, at samgongan vil samtykkja hetta, bara fyri at nakrir hundrað føroyingar kunnu hava summarhús í Danmark.

 

Tingmaðurin fyri Javnaðarflokkin heldur annars, at hetta kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri okkum í framtíðini. Hann vísir á, at samtykkir Løgtingið nú eina lóg, har tað verður staðfest, at tað er ólógligt at gera mun á borgarum í Føroyum, Grønlandi og í Danmark, fer hetta at verða standandi og fer tað at skapa fordømi, tá ið onnur mál taka seg upp – og sostatt kann tað koma okkum aftur um brekkur.

 

Aksel V. Johannesen vísir á, at heimastýrislógin sigur, at vit kunnu ikki gera mun á grønlendingum og danskarum, sum eru staddir í Føroyum. Men heimastýrislógin sigur ikki, at vit ikku kunnu gera mun á føroyingum í Føroyum, og á grønlendingum í Grønlandi og danskarum í Danmark.

 

Tí hevur Christian Andreasen, og restin av samgonguni, misskilt heimastýrislógina, sigur hann.

 

– Tað eru nógvar skipanir í Danmark, sum ikki eru galdandi til føroyingar, uttan at vit flyta til Danmarkar. Hann sigur, at hann fer at atkvøða ímóti, tí hann kann ikki atkvøða fyri einum máli, sum bindur løgtingið til tulking av heimastýrislógini, sum hann heldur er skeiv.

 

 – Samtykkja vit hetta, hevur Løgtingið altso samtykt, at tað er soleiðis, heimastýrislógin skal tulkast, og tað er heilt alvorligt, men tað hevur samgongan ikki skilt, heldur Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi. Tað kann ikki vera meiningin, at ein kinesari, sum hevur búð í Danmark í fimm ár, kann keypa hvat hann vil í Føroyum, sigur hon.

 

Ingolf S. Olsen sigur, at geva vit danskarum rættindi at keypa hús og jørð í Føroyum, letur tað upp fyri strámannavirksemi, har útlendingar fáa danskarar at keypa fyri seg í Føroyum, og soleiðis fáa útlendingar fótin fastan her. Vit kenna tað sama úr fiskivinnuni og nú kunnu vit fáa tað sama á bústaðarmarknaðinum.