Hetta lumpaði fýra bilførarar í Klaksvík

Tað kostaði teimum eitt klipp í koyrikortið – umframt eina bót

Løgreglan hevur aftur nú verið á ferð kring landið og gjørt ferðmátingar. Hesa ferð hava tey verið ymsastaðni í meginøkinum og tað hevur kostað fleiri bilførarum dýrt. Í hesum sambandi hava ellivu bilar fingið klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt.

 

Tann, sum koyrir ímillum 21- og 30 kilometrar skjótari enn loyvt er, fær klipp í koyrikortið umframt bót. Tað er undir vanligum umstøðum – men tað var tað ikki altíð í hesum føri. Reglurnar eru nevniliga tær, at vísa skelti, at ferðin er avmarkað, eitt nú í samband við vegarbeiði, skal ikki nógv til at fáa klipp í koyrikortið. Í slíkum førum er tað nokk at koyra 16 kilometrar skjótari enn loyvt er, so verður klipt í kortið.

 

Og tað lótu fýra bilførarar seg lumpað av í Klaksvík. Har er ferðin avmarkað til 40 kilometrar um tíman á Stangavegi, men har vóru tað fýra bilførarar, sum koyrdu ímillum 60 og 63 kilometrar um tíman. So, umframt at fáa bót, fingu teir eisini klipp í koyrikortið.

 

Annars fingu sjey aðrir bilførarar afturat klipp í koyrikortið, umframt at teir fingu bót. Tað var undir vanligum umstøðum, so teir koyrdu ímillum 21 og 30 kilimetrar um tíman skjótari enn loyvt er. Og harumframt fingu átta aðrir bilførarar eisini bót fyri at koyra ov skjótt, teir koyrdu ímillum upp til 20 kilometrar skjótari enn loyvt er.