Hetta pínur meg inn í sálina

Nú eiga vit at kvetta alt samstarv við russarar, sigur landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum

Nú mugu vit í samgonguni seta okkum saman at taka støðu til, hvat vit skulu gera. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanlandsmálum. Putin herðir nú kríggið í Ukraina og í hesum sambandi hevur kann kallað 300.000 hermenn afturat í hertænastu, og Jenis av Rana heldur, at nú kunnu føroyingar ikki longur bara hyggja at,

 

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur verið á aðalfundi í ST í New York, men er nú á veg aftur til Føroyar. Og Jenis av Rana sigur, at í næstu viku vil hann hava samgonguna at umrøða støðuna, við tí endamáli at seta fleiri tiltøk í verk ímóti Russlandi afturat.

 

Hann sigur, at hann hevur biðið umsitingina í Uttanríkisráðnum skriva eitt upprit um, hvørja ávirkan, ymisk tiltøk fara at fáa og tað ætlar hann at hava við sær á fundin.

 

Løgtingið hevur samtykt at seta tiltøk í verk ímóti Russlandi og løgmaður hevur fleiri ferðir sagt, at vit seta somu tiltøk í verk, sum Danmark og ES seta í verk. Men í sama viðfangi skerdi Løgtingið møguleikarnar hjá Jenisi av Rana at seta tiltøk í verk, tí hann sleppur ikki at seta tiltøk í verk, sum ávirka okkara fiskivinnusamstarv við Russland, ella okkara útflutning til Russlands, uttan so at Løgtingið samtykkir tað.

 

Men Jenis av Rana heldur, at tað, sum fer fram, er so »grúsomt«, at vit kunnu ikki longur bara hyggja at. Hetta pínur meg inn í sálina at síggja, hvussu Russland fer fram í Ukraina, samstundis at vit hava samstarv við Russland, sigur Jenis av Rana. Hann sigur, at tí noyðist samgongan at taka málið upp aftur.

 

Ikki minst pínur tað hann at síggja russisk skip inni í føroyskum havnum og tí heldur hann, at vit skulu banna russiskum skipum at koma til Føroyar. Eg haldi rætt og slætt, at vit skuli kvetta alt samstarv við Russland, sigur hann. Eg veit væl, at russiska sjófólkið við hesum skipum eru ósek, sum teir flestu russarar eisini eru. Men vit kunnu ikki brúka tað sum umbering fyri einki at gera, leggur hann afturat.

 

Hann sigur, at í hesum sambandi má samgongan eisini taka eina greiða støðu til um vit yvirhøvur skulu fara undir samráðingar við Russland um eina nýggja fiskiveiðiavtalu, soleiðis sum ætlanin er.

 

– Samgongan má tosa við einari rødd í hesum máli. Eg veit væl, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Árni Skaale, hevur boðað frá, at samráðingarnar vera, men boðini eru ikki komin frá sjálvari samgonguni, so tað eigur samgongan at taka eina greiða støðu til, sigur Jenis av Rana.

 

Hann sigur, at okkara fiskirættindi í Barentshavinum eru ikki ein gáva frá Russlandi, tí teir fiska hjá okkum afturfyri og vit eiga at brynja okkum til at fiska tann fiskin sjálvi, sum russarar annars fiska undir Føroyum, sigur landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum.