Hetta skulu tit ikki gera á ólavsøku

Tað kann fáa koronu-smittuna at breiða seg

Í veitslum, og kanska serliga á ólavsøku hava føroyingar ein heilt serliga sið, og tað er, at øll drekka snaps úr sama glasi, bæði durasnapsin, og ofta eisini tá ið skonkt verður undir einum borðhaldi er heldur ikki óvanligt at skonkja, úr sama glasi. Og tey, sum ganga oman eftir og niðan eftir Áarvegnum, á ólavsøku plaga eisin at bjóða fólki snaps og tá drekka øll av somu fløsku.

 

Men Pál Weihe ráðgevari í koronu, sigur, at tað eiga vitikki gera á ólavsøku hesa ferð. Hann sigur, at vanliga er smittuvandin lítil, men í hesum tíðum, tá ið korona-smittan ger um seg, eiga vit ikki at drekka úr sama glasi. Akkurát sum tað kann fáa smittuna at breiða seg, at vit taka í hondina á hvørjum øðrum tá ið vit hittast, kann tað fáa smittuna at breiða seg, at fleiri drekka av sama glasi, ella av somu fløsku.

 

So har talan ikki er um fólk í sama húsarhaldi, og um fólk, sum eru nógv saman dagliga, eigur ein og hvør at vera mettur sum ein smittuberari. Tí eru hyggjuráðini, at vit øll hava hvør sítt glas og vit eiga ikki at drekka av somu fløsku, sum onnur hava drukkið av, sigur Pál Weihe.

 

Alkohol drepur korona-virus, tað er tí at vit spritta okkum um hendurnar. Men fongur ikki í hesum føri, tí tað skal sterkari lútur til enn ein vanligur snapsur til at gera av við virus. Vanligt rúsdrekka er eini 40 prosent, men spritt skal vera minst 70 prosent fyri at gera av við virus.