- Hetta var henda farsóttin

Yvirlæknin og smittuverjuserfrøðingurin hjá norska Fólkaheilsustovninum, Preben Aavitsland, heldur, at farsóttin nú er við at hasa av í landinum.

 

 

Í einum uppslagi á Tvitter skrivar hann, at "det var den pandemien", og síðan leggur hann út eina kurvu, sum vísir, hvussu støðan er á norskum sjúkrahúsum við covid-19 sjúklingum í dag.

 

Við norska kringvarpið sigur hann, at í Noregi er farsóttin næstan av. Tað eru ógvuliga fá, sum í løtuni vera løgd inn á sjúkrahús, og talið av smittaðum er minni enn "et par tusen" um vikuna.

 

Smittuverjulæknin heldur, at tey í Noregi nú kunnu byrja at fyrireika seg til dagin, tá korona fyllir lítið í lívinum hjá fólki.

 

Í viðmerkingum til uppslagið hjá Preben Aavitsland verður spurt, hvat yvirlæknin heldur um delta-frábrigdið, og um hetta kann fara at skapa eina nýggja bylgju í landinum.

 

Men, her svarar smittuverjulæknin, at hetta helst fer at ganga væl.

 

Tað eru tó onnur í Noregi, sum halda, at myndugleikarnir í landinum eiga at vera árvaknir um indiska delta-frábrigdið, sum í løtuni spjaðir seg kring um í Stórabretlandi.

 

- Hetta ger, at vit ikki kunnu taka okkum av løttum, fyrr enn øll hava fingið sína seinnu koppseting, sigur eitt nú  stjórin í norska heilsuráðnum, Espen Nakstad.

 

##med2##