Hetta var ikki nokk hjá Donald Trump

Hóast hann kláraði seg væl í kjakinum í dag, so er hetta ikki nokk til at vinna honum valið.

Í nátt var triðja kjakið millum Donald Trump og Hillary Clinton. 

 

Valið nærkast í hvørjum, um 19 dagar skulu amerikanarar velja nýggjan forseta, men spenningurin er lítil í løtuni. Hillary Clinton liggur um 7 prosentstig framman fyri Donald Trump, og lítið røkist fyri, at tað fer at eydnast honum at minka um munin.

 

Kjakið í nátt gav onga ábending um, at Donald Trump fer at minka um munin. Fólk høvdu væntað, at hann veruliga fór at loypa á fyrrverandi forsetafrúuna, men hann helt seg í stóran mun í skinninum.

 

Árni Gregersen tosaði á Rás 2 við Danjal av Rana um kjakið í nátt. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna.