Hetta verður ein stórur trupulleiki hjá suðuroyingum

Nú skal landsstýrismaðurin svara uppá um hann heldur, at hetta er nøktandi

Tað verður ein stórur trupulleiki, at íslendska ferjan, Herjólfur 3, skal verða avloysaraskip hjá Smyrli, tá ið hann fer í dokk í september. Tað sigur Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi. Tí hevur hon nú biðið landsstýrismannin á økinum, Una Rasmussen, greiða frá um hann heldur at støðan er nøktandi- og tað skal hann gera í fyrru helvt í næsta mánað.

 

Sirið Stenberg sigur, at Herjólfur 3 er tað sama sum færri túrar, færri ferðafólk og færri bilar. Hetta er tað, suðuroyingum stendur í boði, verður tað Herjólfur sum skal sigla ímeðan Smyril er í dokk, sigur hon. Og hon sigur, at hetta verður ein stórur trupulleiki fyri bæði fólk og vinnu, og setir farleiðina áratíggju aftur í tíðina. 

 

Hon tekur undir við, at Herjólfur 3 fer at sigla við farmi- afturat smyril, men at Herjólfur skal vera ferðafólkaskip er ein risa avbjóðing, og eitt stórt afturstig, heldur hon

 

 – Samferðsluviðurskiftini ímillum Suðuroynna og miðstaðin eru undir so stórum trýsti, at til tíðir er tað als ikki nøktandi, sigur Sirið Stenberg. Ferðafólkatalið veksur alsamt og nógvur farmur er og í sjálvum sær ber tað boð um nakað positivt. Men tað hevur eisini stórar trupulleikar við sær: Bilar standa javnan eftir, økt trýst er á starvsfólkunum, ongin bíleggingarskipan er, trongt er umborð ávísar túrar umframt, at ferðakostnaðurin er nógv tann dýrasti í landinum, sigur løgtingskvinnan.

 

Tí vil hon hava Una Rasmussen at greiða frá um hann heldur, at Herjólfur 3 verður nøktandi sum avloysaraskip meðan Smyril er í dokk og hann skal eisini greiða frá, hvussu nógv, ferðasambandið verður skert hesa tíðina.

 

Jóan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri á Strandferðsluni, hevur greitt frá, hvussu ætlanin er at sigla ímillum Suðuroynna og Havnina, tá ið Smyril er í dokk og Herjólfur skal sigla einsamallur. Ferðaætlanin verður løgd um. men hann ásannar, at tað fer at krevja stóra lagaligheit, bæði frá vinnulívi og ferðafólki, tí kapasiteturin minkar munandi.

Les meiri um tað her: Herjólfur má klára seg sjálvan í eina tíð afturat.