Hevði ikki tað rætta koyrikortið

Bilførari fekk stóra bót í koyrikortið var ikki ílagi

Løgreglan gjørdi ferðslukanningar hendan dagin og tá varð ein bilførari tikin, tí hann hevði ikki tað rætta koyrikortið. Hann koyrdi við viðfestisvogni, sum var yvir 750 kilo, men hann hevði bara koyrikort til vanligan persónbil.

 

Sostatt hevði hann ikki loyvi til at koyra við viðfestisvogni við eini vekt yvir 750 kilo, men løgreglan sigur, at tað er ikki ókend, at bilførarar ikki eru varugugir við hesa regluna. Viðfestisvognar verða brúktir til alskyns endamál. Eitt er vanligur viðfestisvognar, men bátavognar og kampingvognar eru eisini viðfestisvognar. Løgreglan sigur, at í hesum føri fekk bilførarin bót – og bótin er rættiliga stór, tí hon er nakrar túsund krónur.