Tað hevði tikið minst 35-40 ár at goldið tað aftur

Prísurin fyri at bíða hevði verið, at fólk við átrokandi tørvi høvdu havt óvirðiligar umstøður í fleiri ár afturat

Viðhvørt er tað betri at leiga enn at eiga

Í hesum føri var tað bæði betri og bíligari at leiga bygning, heldur enn at eiga hann. Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum.

 

Almannaverkið hevur leigað ein privatan bygning í Klaksvík til 15 fólk við heilaskaða, og herfyri reisti Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin málið í Løgtinginum. Í tí sambandi vildi hann hava at vita, hvørja meting landsstýriskvinnan hevur um tað, at leiga bygningar til slík endamál er betri enn at eiga bygningar.

 

Spurningurin er, um skattaborgarin fær mest burturúr, at Landið leigar bygningar ístaðin fyri at byggja ella eiga sjálvt. Samstundis sum at almennir bygningar ikki verða hildnir, brúkar Landið stórar upphæddir upp á at halda bygningar, sum verða leigaðir frá privatum.

 

Talan er um langtíðarleigu, har ein bygningar hjá eini privatari fyritøku kann enda við at verða goldin við peningi hjá skattgjaldaranum - og tá ið landskassin hevur goldið teir, er tað framvegis ein privat fyritøka, sum eigur teir.

 

Elsebeth Mercedis sigur, at í slíkum førum er tað neyðugt at viga prís, dygd og veitingartíð upp móti hvørjum øðrum. Tað kann ganga skjótt at fáa ein góðan bygning, men so fer prísurin upp. Tað ber eisini til at fáa ein bíligan, men góðan bygning, men tað tekur longri tíð.

 

– Tá ið tað umræður tilboð til fólk, sum hava ein átrokandi tørv, er tað eyðsæð, at stutt veitingartíð er avgerandi. Men sum støðan er í dag, er tekur tað sera long tíð hjá Landinum at byggja bygningar.

 

– Tá ið møguleikin so var at fáa ein góðan bygning til ein átrokandi tørv, helt eg tað vera best at taka av. Og hetta er, hóast tað kanska verður dýrari í longdini enn at bíða áravís eftir at tað almenna hevði bygt ein bygning, sigur landsstýriskvinnan. Í hesum føri hevði prísurin fyri at bíða eisini verið tann, at vit framhaldandi høvdu havt dýr, og óvirðilig tilboð til hesi fólkini.

 

– Samanumtikið haldi eg, at tað í hesum førinum var bíligari at leiga enn at eiga, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur. Hon sigur, at ein bygningar,  sum tann, ið tey nú hava leigað í Klaksvík, kosta einar 40.000 krónur fyri fermeturin. Bygningurin er umleið 1.400 fermetrar, og sostatt hevði hann kostað einar 55 – 60 milliónir at bygt.

 

– Við tí leigu, sum er avtalað, hevði tað sostatt tikið 35 - 40 ár at goldið íløguna aftur - og tá er renta av lánum, og viðlíkahald, ikki talt við, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

 

 

 

Viðhvørt er tað betri at leiga enn at eiga