Men fyri Hestsfólk verður tað enn eitt stórt stig aftur í tíðina, tí Strandferðslan setur Jósup í sigling millum Hest og Gomlurætt.
Sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu kann eg als ikki góðtaka, at landsstýrismaðurin í Samferðslumálum, Dennis Holm, letur hestsfólk sigla egnan sjógv.
Strandferðslan hevur lógarásetta skyldu at skipa fyri nøktandi flutningi av ferðafólki, farmi og akførum. Men á Hestsleiðini er alt annað enn nøktandi flutningur.
Minsta kravið má vera, at landsstýrismaðurin gevur fólki í Hesti eina nútímans farleið.
Tí vænti eg, at Dennis Holm, landsstýrismaður, finnur eina loysn, so eisini hestsfólk kunnu taka eitt stig inn í nútíðina.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.